
Ær
Okkara myndarað 'svart og hvítt' vísa Føroyar frá síni einføldu síðu.
Føroyingar tosa nógv um veðrið, og føroyingar kenna summarmjørkan sum fá.
Summarmjørkin, sum brádliga sníkir seg inn yvir støð í landinum og kanska hongur ein heilan dag, ímeðan onnur støð hava brennandi sól. Í slíkum veðri vælfarta fólk kring landið fyri at finna sólina. Ja, á Facebook er enntá ein bólkur, ið ber heitið 'Hvar er gott veður í Føroyum í dag?'.
Mjørkaveður er eisini ein stór avbjóðing fyri myndatøkufólk, tí kontrastirnir hvørva í mjørkanum. Okkara myndaplakat-røð 'svart og hvítt' hevur sín íblástur og uppruna í føroyska summarmjørkanum.
Allar myndirnar eru okkara egnu, og eru broyttar so lítið sum møguligt.
Plakatirnar í hesi røðini koma út í A5, A4, A3 & A2 á mattum pappíri og verða latnar uttan rammu.
Ynskir tú at keypa rammu, ber tað tó eisini til.