Gå til produktoplysninger
1 af 1

einfalt

Uppskriftir - Drýlurin

Uppskriftir - Drýlurin

Normalpris 70,00 kr
Normalpris Udsalgspris 70,00 kr
Udsalg Udsolgt
Inklusive skat. Levering beregnes ved betaling.
Std
Lit
Sagt um drýlauppskriftina:
"Omma bakaði ofta henda drýlin. Fyrr høvdu omma og abbi kúgv, og omma plagdi at brúka súra mjólk. Fyrr høvdu tey ikki somu møguleikar at halda mjólkini kalda, so serliga um summarið súrnaði mjólkin sera skjótt, og var hon tá væl egnað til at gera drýl av.

Mær er fortalt, at fyrr vórðu drýlarnir lagdir á tann gamla komfýrinum hjá ommu at brúnka, áðrenn teir fóru inn í ovnin at baka, og tá kundi man síggja ringarnar frá komfýrinum á drýlinum. Seinni fekk omma nýggjan komfýr við plátum, og plagdi hon tá at lata drýlarnar brúnka á sjálvari plátuni.

Omma bakaði ofta fleiri drýlar, og tey, sum komu at vitja, fingu ofta ein drýl heim við. Sjálv havi eg altíð brúkt keypta súrgaða mjólk og brúnka drýlarnar á pannu.

Eisini haldi eg, at tað er í meira lagi at brúka 1 kg av hveitimjøli – 900 gr. er meira passaligt, men tað er “smag og behag” :-)"

Allar uppskriftirnar eru upprunaligar eldri føroyskar uppskriftir.
Plakatirnar verða latnar uttan rammu.

Prentað á matt papír 200 gr.

Se komplette oplysninger