Innbjóðing

Um tú heldur veitslu fyri vinum og kenningum, og gjarna vil senda eina ‘persónliga’ innbjóðing út, eru vit fús at gera slíkar innbjóðingar – við tínum teksti og myndum.

Sjá okkara úrval av innbjóðingarkortum til barnadóp, ferming, føðingardag og brúdleyp, sum verða tillagaði, so tey passa til títt høvi. Umframt innbjóðingar ber eisini til at bíleggja myndakort til innbjóðingarnar.

Tørvar tær matarskrá, borðætlanarplakat, borðnummar, borðkort og vælkomuskelti kunnu vit gera alt hetta í sama sniði.

Prenta sjálvi:
PDF / JPG  vit senda tær eina fílu, og tú kann prenta á egnum printara.

Vit prenta:
Tú fær liðug kort við brævbjálva, klár til at skriva tína persónligu heilsan á og senda.
Prentað á matt papír 300 gr. inkl brævbjálva. Stødd A5 (einfaldur)